Limir

Fyrsti fundurin

Vit í nevndini vóru heilt tiknar á bóli á okkara fyrsta, almenna fundi. Vit vóru bjartskygdar og væntaðu eini 40 til 50 fólk, men tað vóru heili 170 fólk, sum vóru komin frá nær og fjar. Vit harmast um, at vit ikki kundu bjóða øllum sess og ábitið, sum var aftaná - men tað verður betri næstu ferð, tí nú hava vit eina greiðari mynd, at "vit eru nógv fólk".

Fundurin byrjaði við at nevndin hvør í sínum lagi greiddi frá okkara arbeiði at fáa felag stovnað. Tað hevur tikið drúgva tíð, tí fleiri av limunum frá tíð til aðra, hava havt ólag á stoffskiftinum.

Vit eru nú eitt sokallað dótturfelag av Dansk Thyreoidea, tí tað ger tað hópin lættari fyri okkum at fáa felagið veruliga í gongd og gera nakað munagott. Síðani fekk Lis Larsen, forkvinna í Dansk Thyreoidea orðið. Hon greiddi frá ymiskum faktuellum um felagið og sjálva sjúkuna.

Síðani varð orðið frítt og komu sera nógvir spurningar, sum Lis eftir førimuni royndi at svara. Ongin ivi er hjá okkum at tað er alneyðugt at varpa enn meiri ljós á ymsu sjúkurnar í stoffskiftinum og arbeiða miðvíst at fáa eina konsulentskipan í lag - at fáa ein serlækna - endokrinolog - javnan at koma til Føroyar og hava viðtalu við hesar sjúklingar.

Næsti almennni fundur verður á Hotel Føroyum 24. juli, tá Leif Mosekilde fer at hava fyrilestur. Men vit fara at lýsa við tiltakinum, tá tíðin nærkast.

Vit í nevndini fara so inniliga at heita á okkara limir at koma við uppskotum og viðmerkingum - alt er vælkomið!

D vitamin mangul

Tað eru nógv menniskju í Skandinavia, sum ikki fáa nóg nógv D-vitamin

Serliga um veturin. Tí meina vit, at tað er skilagott, at tilseta D-vitamin til ávísar bólkar av gerandis-matvørum. Hetta er skipan, ið vit kenna frá øðrum londum her á norðaru jarðarhálvu, har ikki ber til at fáa D-vitamin umvegis sólina.

Hetta sigur Elsa Molander, ið er skrivstovustjóri í danska Fødevarestyrelsen.
Hon heitir á matvøruframleiðarar um at søkja loyvi at tilseta D-vitamin til sínar matvørur. Serliga væl hóskandi eru mjólkaúrdráttir og breyð.

Tá ið vit fáa ov lítið D-vitamin økist vansin fyri at vit gerast sjúk. Immunverjan, hjarta-æðrasjúkur, ávísar krabba-sjúkur, diabetes, bruni, demens og beinbroyskni. Vit føla okkum meira troytt, tá ið vit hava D-vitamin-mangul.

- Tað er sera týdningamikið at vera varin um at fáa nóg mikið av D-vitamin, sigur Leif Mosekilde, ið er professari í endokrinologi á Århus Sjúkrahúsi.

- Ikki er lætt at fáa nóg mikið D-vitamin umvegis matin, tí ikki eru so nógvar matvørur, ið innahalda D-vitamin. Um tað var tilsett í mjólkina, mjølið og smørið, so kundu vit tryggja okkum nóg mikið av D-vitamin, sigur Leif Mosekilde.

Sambært Leif Mosekilde so eta danir tað sum svarar til 2-3 mikrogram av D-vitamin um dagin. Ráðini eru 7,5 mikrogram um dagin.

Hetta at tilseta evni til matvørur er ikki ókent. Fyri nøkrum árum síðani gjørdist tað lóg í Danmark, at alt salt á danska marknaðinum skuldi tilsetast evnið jod fyri at fyribyrgja sjúkuna struma ella skjaldkertilsbólgnan. Í dag er hendan sjúkan minkað niður í einki í Danmark.

Góð ráð til at fáa D-vitamin:

- Far út í sólina, eisini um tað er skýggjað
- Etið egg
- Etið feitan fisk so sum laksur, makrelur og sild
- Etið feitar mjólkaúrdráttir
- Etið D-vitaminbollar dagliga