Søgan handan Stoffskiftisfelagið
Stoffskiftisfelagið var stovnað á heystið 2006. Vit vóru nakrar kvinnur ið allar høvdu sama trupulleika at dragast við, ov høgt ella ov lágt stoffskifti, og saknaðu serlæknaliga ráðgeving og viðgerð í Føroyum. Tá vit so sóðu at vit ikki vóru einsamallar við hesum trupulleika, tí sambært landsapotekaranum, vóru tá um 800 føroyingar, sum dragast við sjúkuna, so hildu vit at vit skuldu royna at stovna eitt felag.
Tvær av okkum vóru longu limir í Thyreoideas Landsforening, og vit settu okkum í samband við forkvinnuna Lis Larsen og spurdu um ráð. Lis helt at hon skuldi koma til Føroyar og verða við okkum tá vit lýstu við fyrsta fundinum.
Vit vóru veruliga tiknar av bólið, tí á fyrsta fundinum sóðu vit hvussu neyðin var, kvinnur í øllum aldursbólkum vóru komnar frá nær og fjar. Tó at stoffskiftissjúkur ikki einans raka kvinnur, so er nógv tann størsti parturin kvinnur. Tølini úr Danmark og Noreg vísa at fyri hvørjar 5 kvinnur við stoffskiftissjúku er tað ein maður. Myndin omanfyri er frá fyrsta fundinum á Hotel Tórshavn.
Nú felagið er 10 ár, eru vit enn tær somu kvinnurnar í nevndini. Tað er bert Nicolina, sum var okkum ein góður kassameistari øll tey fyrstu árini, sum er farin úr, Nicolina hevði ikki sjálv stoffskiftissjúku, men dóttur hennara. Til aðalfundir møta fá fólk upp, uttan so at vit hava havt fyrislestur samstundir, so er nógv betur uppmøting.