Ov høgt stoffskifti
Ov høgt stoffskifti verður eisini nevnt hypertyreosa, thyreotoksikosa ella hyperthyreoidisma. Tá ið kroppurin framleiðir ov nógv stoffskiftishormon, fáa vit ov høgt stoffskifti. Ofta sæst eisini, at skjaldkertilin er vaksin nakað (struma).
Skjaldkertilin og stoffskiftið
Skjaldkertilin hevur skap sum ein firvaldur og er frammantil á hálsinum. Á latíni verður skjaldkertilin nevndur glandula thyreoidea. Hjá vaksnum fólki vigar hann minni enn 25 gramm.
Skjaldkertilin framleiðir stoffskiftishormonini triiodthyronin (T3) og thyroxin (T4). TSH er eitt thyreoidea stimulerandi hormon frá hypofysuni, sum stýrir leysgávuni av stoffskiftishormonunum T3 og T4 frá skjaldkertlinum. Stoffskiftishormonini skapa orkuumsetningin í kroppinum, og tey eru lívsneyðug.
Sjúkur, ið elva til ov høgt stoffskifti
Sjúkan, ið elvir til ov høgt stoffskifti, er aloftast ein av hesum trimum:
- Graves, struma diffusa toksika, sum er ein autoimmun stoffskiftissjúka. Hon er uppkallað eftir írska læknan Graves, sum lýsti sjúkuna í umleið 1835. Sjúkan nevnist eisini Basedow eftir týska læknan Basedow, sum lýsti sjúkuna í 1840. At sjúkan er autoimmun merkir, at kroppurin av órættum ger andevni ímóti sínum egna vevnaði, í hesum føri ímóti skjaldkertlinum, har TSH-bindingin annars átti at stýrt hormonframleiðsluni. Skjaldkertilin verður tí alt meiri stimuleraður og fer at arbeiða við fullum trýsti. Hetta hevur við sær, at skjaldkertilin verður javnt størri, ein sokallað diffus struma vísir seg. Sjúkan rakar oftast ung fólk, kvinnur, men sæst eisini hjá mannfólki og eldri fólki. Á leið 1/3 fær eisini trupulleikar við eygunum.
- Struma nodosa toksika, eisini nevnd knyklastruma. Skjaldkertilin er vaksin, misjavnur, knortlutur og hevur góðkynjaðar knyklar. Ein ella fleiri av hesum knyklum framleiðir við ongum tamarhaldi ov nógv stoffskiftishormon, t.e. hormonframleiðslan verður ikki longur stýrd av TSH. Sjúkan rakar serliga eldri fólk. Sjúkan er ikki autoimmun, men stendst av nógvum ymsum orsøkum. Hon hevur ikki eygnatrupulleikar við sær.
- Subakut thyreoiditis, sum er ein sjáldsom orsøk til ov høgt stoffskifti. Hetta er ein sjúka, ið bert varir í stutta tíð, og sum kemur av eini virussmittu. Sjúkan hevur ofta pínu í skjaldkertlinum við sær.
Orsøkir
Orsøkirnar til ov høgt stoffskifti kenna vit ikki út í æsir enn, men bæði arvur og umhvørvi verða hildin at hava ávirkan. Tó er ávíst, at royking, strongd og ávísur heilivágur, t.d. Lithium og Amidaron, ið ávikavist verða tikin fyri tunglyndi og hjartað, kunnu gera sítt til, at stoffskiftið gerst ov høgt. Jodinntøka kann eisini í summum førum vera ein orsøk til ov høgt stoffskifti, bæði inntøka av ov nógvum jodi og ov lítlum jodi.
Sjúkueyðkenni
Sama, hvør orsøkin til ov høgt stoffskifti er, so eru sjúkueyðkennini tey somu. Høga stoffskiftið ávirkar øll gøgn í kroppinum, og alt virksemið í kroppinum verður skjótari. Mest vanligu sjúkutekin eru hesi:
-
fjáltur
-
angist
-
hjartaklapp
-
órógv
-
grátur av lítlum
-
ring bindindi
-
ristingar, serliga á hondunum
-
hitakensla
-
títtur hjartasláttur
-
meiri sveitti
-
vekttap – hóast sera góðan matarlyst
-
vøddapína
-
vøddamøði
-
leyst lív
-
óreglulig mánasjúka
Sjúkueyðkennini eru mong, og neyðugt er als ikki at hava øll omanfyri nevndu tekin fyri at hava ov høgt stoffskifti. Tað kann tí vera trupult at taka sjúkuavgerðina, men er illgruni um stoffskiftissjúku, er lætt at staðfesta hana við eini blóðroynd.
Sjúkuavgerð
Við blóðroynd verður kannað, hvussu stoffskiftið er. Blóðroyndin mátar TSH-, T3- ogT4-virðini. TSH-virðið er vanliga millum 0,2 og 5,0. Er stoffskiftið ov høgt, er TSH-virðið ov lágt og T3- og T4-virðini ov høg.
Ofta verður gjørd ein ultraljóðskanning og/ella ein skanning (thyreoidea skintigrafi) umframt at TSH receptor andevnini í blóðinum verða mátað fyri at staðfesta, hvat slag av ov høgum stoffskifti talan er um.
Viðgerð
Ov høgt stoffskifti kann verða viðgjørt á tríggjar ymsar hættir, nevniliga við heilivági, við geislavirknum jodi ella við skurðviðgerð. Til ber ikki at siga, hvør viðgerð er tann besta. Tað veldst um sjúkumyndina hjá hvørjum einstøkum sjúklingi.
Heilivágur
Trý sløg av heilivági fáast ímóti ov høgum stoffskifti: Propylthiuracil (PTU), Neomercanzol ella Thycapzol. Øll trý sløgini tálma framleiðsluni av stoffskiftishormonum. Viðgerðin verður sett í gongd við stórum skamti og verður so minkað nakað eftir 3-4 vikum, tá ið tamarhald er fingið á TSH-, T3- og T4-virðunum. Sjúklingurin kennir vanliga eftir 3-4 vikum ein týðiligan bata: pulsurin er lækkaður og órógvin minkað.
Hjáárin av viðgerð ímóti ov høgum stoffskifti eru sjáldsom. Á leið 2-5% kunnu gerast ovurviðkvom og fáa reytt útbrot, ið skriðar. Tá eigur at verða skift til eitt av hinum sløgunum av heilivági.
Er talan um Graves- ella Basedow-sjúkuna, kann sjúkan fara aftur í seg sjálva. Eftir viðgerð við heilivági í 1-2 ár ber til at steðga viðgerðini til at kanna, um tað er so. Men tá eiga vit at taka títtar blóðroyndir, tí 25% fáa sjúkuna aftur av nýggjum.
Verður knyklastruma viðgjørd við heilivági, skal viðgerðin halda fram alt lívið.
Stoffskiftið eigur at verða kannað við jøvnum millumbili við blóðroyndum eins leingi, og viðgjørt verður við heilivági.
Geislavirkið jod
Stórur partur av sjúklingum við ov høgum stoffskifti verða í dag viðgjørd við geislavirknum jodi. Jodið verður inntikið í einum glasi av vatni ella í einum hylki. Eftir fáum tímum fer tað úr maganum út í blóðið, haðani skjaldkertilin upptekur tað. Geislavirkna jodið oyðileggur skjaldkertilin ella partar av honum, so hann ikki fær framleitt so nógv stoffskiftishormon. Árinið á skjaldkertilin av geislavirkna jodinum tekur tó langa tíð, og umráðandi er at taka blóðroyndir javnan eftir viðgerðina. Viðgerðin hevur oftast við sær, at sjúklingurin við tíðini fær ov lágt stoffskifti, um so skjaldkertilin verður heilt ella bara lutvíst oyðilagdur av jodinum. Ov lágt stoffskifti er tó væl lættari at viðgera við heilivági, av tí at her verður tikið Eltroxin, ið er tilevnað stoffskiftishormon, ið ikki hevur hjáárin við sær, tá ið rættur skamtur verður tikin.
Umframt at lekja ov høgt stoffskifti hevur jodviðgerðin við sær, at kertilin minkar, so at ein møgulig struma hvørvur.
Viðgerð við geislavirknum jodi hevur verið roynd í nógv ár, og ongar kanningar av vaksnum fólki vísa á nakað slag av skaða á kroppin av hesum, heldur ikki øktan vanda fyri krabba. 4-6 mánaðir undan ætlaðum barnsburði, undir barnsburðinum og í 6 mánaðir eftir barnsburð (bróstagevingin) verður tó ikki viðgjørt við geislavirknum jodi.
Eygnatrupulleikarnir hjá einum lítlum parti av sjúklingum, sum frammanundan hava eygnatrupulleikar í sambandi við ov høgt stoffskifti, kunnu gerast verri eftir eina jodviðgerð. Til at sleppa undan hesum verður við hvørt viðgjørt við nýrakolsbørkshormonum (Prednisolon) í stutt tíðarskeið eftir jodviðgerðina.
Skurðviðgerð
Við skurðviðgerð verða á leið 5/6 av skjaldkertlinum tiknir.
Skurðviðgerð verður ikki gjørd so ofta longur, tí vit hava aðrar og mildari viðgerðir. Men skjaldkertilin er í onkrum føri so stórur, at hann gongur niður í bróstrúmið ella trýstir á barkan, og tá verður skurðviðgerð framd. Harafturat verður skurðviðgjørt, tá ið Graves- ella Basedow-sjúka hevur ringan eygnabruna við sær (oftalmopati).
Úrslitini av skurðviðgerðum eru góð, og tey flestu fáa eftir hetta eitt vanligt stoffskifti. Nøkur fá fáa seinni aftur ov høgt stoffskifti, og tá verður so viðgjørt við heilivági ella geislavirknum jodi.
Bæði eftir jod- og skurðviðgerð eigur sjúklingurin at taka blóðroyndir í minsta lagi eina ferð um árið alt lívið.
Títtleiki
Í Danmark verða staðfestir á leið 4000-4500 nýggir tilburðir av ov høgum stoffskifti um árið, og um 80% eru kvinnur.
Vandin fyri at fáa ov høgt stoffskifti veksur við aldrinum hjá bæði kvinnum og monnum. Sostatt er vandin á leið 3,5 ferðir størri hjá 70-79 ára gomlum kvinnum samanborin við tær 30-39 ára gomlu*).
Á leið 10% av øllum menniskjum fáa ov høgt stoffskifti onkuntíð í lívinum*).
Av teimum, ið hava ov høgt stoffskifti, hava á leið 55% knyklastruma, 40% Graves ella Basedow og 5% subakut thyreoiditis*).
Gitnaðarføri
Tá ið ólag er á stoffskiftinum, svarar kroppurin sera skynsamt aftur við at minka møguleikan fyri at nøra seg. Elskhugurin (libido) hjá bæði kvinnum og monnum verður minni, og møguleikin hjá kvinnum at gerast við barn minkar eisini. Tí er trupult hjá kvinnu við ólagi á stoffskiftinum at gerast við barn. Men so skjótt stoffskiftið er komið upp á pláss aftur, er møguleikin fyri gitnaði eisini í lagi aftur, og einki er til hindurs fyri at fullføra barnsburð. Tó er neyðugt at fylgja eyka væl við undir barnsburði við blóðroyndum, so at kvinnan alla tíðina fær neyðturviligu nøgdina av heilivági.
Gitnaðarførið hjá monnum verður ikki ávirkað av ólagi á stoffskiftinum, og stoffskiftissjúkan hjá pápanum ávirkar ikki fostrið undir barnsburðinum. Barnið kann tó møguliga arva evnini hjá pápanum at fáa stoffskiftissjúku seinni í lívinum.
*) Tilskilast skal, at talan er um donsk tøl, og vit í stoffskiftisfelagnum hava varhugan av, at í Føroyum eru lutvíst væl fleiri tilburðir enn í Danmark. Tíverri hava vit so at siga eingi hagtøl at prógva hetta.
Einastu hagtøl, ið vit hava, eru frá landsapotekaranum og vísa, at í 2005 vóru á leið 600 sjúklingar í Føroyum, ið taka heilivág fyri antin ov lágt ella ov høgt stoffskifti.