Nevnd
Nevndin í Stoffskiftisfelagnum:
- Anna Dahl-Olsen, formaður
- Sigrið Højsted, skrivari
- Annika Højsted, kassameistari
- Armgarð Arge, nevndarlimur
- Beinta Dahl-Olsen, nevndarlimur
Vit vóru allar stoffskiftissjúkar og kendi onki til sjúkuna. Vit vildu at okkurt skuldi henda og at ljós varð varpað á hesa ósjónligu sjúku, sum so nógv fólk, serliga kvinnur, høvdu, men sum ongin tosaði um ella visti nakað um. So vit settu okkum fyri at stovna eitt felag!
Stoffskiftisfelagið varð stovnað í november 2006 við atliti til at veita upplýsing og stuðul til stoffskiftissjúklingar í Føroyum og teirra avvarðandi.
Fyrsti fundurin hjá Stoffskiftisfelagnum var í apríl 2008, og vóru vit heilt tiknar á bóli - vit væntaðu ella vónaðu at nøkur fólk fóru at møta upp - her komu fólk úr øllum ættum, eyka stólar tiknir inn og sjálvt trappuuppgongin á Hotel Tórshavn var fullsett av fólkið, sum vóru í somu støðu sum vit.
Nú hevur nevndin verið nærum óbroytt líka síðani. Vit vilja bera Nicolinu Therkildsen eina stóra tøkk fyri at verða við tey fyrstu árini sum kassameistara, og fáa viðurskittini í rætt lag tí viðvíkjandi. Vit vilja eisini bera Menta grannskoðara eina stóra tøkk fyri øll árini at veitt okkum ókeypis hjálpt til roknskapin.