Sjúkan

Ov lágt stoffskifti

Ov lágt stoffskifti verður eisini rópt myxødem, hypotyreosa ella hypotyreoidisma. Tá ið skjaldkertilin ikki framleiðir nóg stórar nøgdir av stoffskiftishormonum, fáa vit ov lágt stoffskifti.

Skjaldkertilin og stoffskiftið

Skjaldkertilin er ein lítil kertil frammantil á hálsinum, sum hevur skap sum ein firvaldur. Á latíni verður hann nevndur glandula thyreoidea. Hjá vaksnum fólki vigar hann minni enn 25 gramm.

Skjaldkertilin framleiðir stoffskiftishormonini triiodthyronin (T3) og thyroxin (T4). TSH er eitt thyreoidea stimulerandi hormon frá hypofysuni, sum stýrir leysgávuni av stoffskiftishormonunum T3 og T4 frá skjaldkertlinum. Stoffskiftishormonini skapa orkuumsetningin í kroppinum, og tey eru lívsneyðug.

Orsøkir

Orsøkirnar til ov lágt stoffskifti kenna vit ikki út í æsir enn, men bæði arvur og umhvørvi verða hildin at hava ávirkan. Ov lágt stoffskifti kann koma av:

  • kroniskum autoimmunum bruna í skjaldkertlinum, Hashimotos Thyreoiditis, sum er mest vanliga orsøkin til ov lágt stoffskifti. Autoimmun merkir, at kroppurin reagerar ímóti sínum egna vevnaði;
  • viðgerð ímóti ov høgum stoffskifti, antin við geislavirknum jodi ella við skurðviðgerð;
  • ovurviðgerð við stoffskiftistálmandi heilivági (Thycapzol, Neomercanzol ella Propylthiuracil (PTU));
  • inntøku av ov nógvum jodi, t.d. frá náttúruheilivági, kostískoyti ella tara;
  • eftir barnsburð fáa 2-5% av kvinnum ov lágt stoffskifti, sum tó ofta bert varir eina stutta tíð;
  • viðføddari vantandi menning av skjaldkertlinum, sum rakar á leið 1 av 3500 børnum.

Sjúkueyðkenni

Tekin um sjúku koma ofta so líðandi, og við hvørt gongur long tíð, áðrenn fólk verða greið um, at tey eru sjúk, m.a. av tí at verri enn so øll hava júst somu sjúkueyðkenni. Serliga hjá eldri fólki verða sjúkutekin av ov lágum stoffskifti ofta mistikin fyri at vera komin av elli.

Ov lágt stoffskifti ávirkar øll gøgn í kroppinum, og mest vanligu sjúkueyðkennini eru møði og kuldakensla. Eisini kunnu vera eitt ella fleiri av hesum eyðkennum:

  • veikur og seinur hjartasláttur

  • vøddaveikleiki

  • lítil matarlystur

  • taka uppá

  • tunglyndi

  • ringt minni

  • ring bindindi

  • tjykkri húð

  • harður opningur

  • hás og djúp rødd

  • struma (størri skjaldkertil)

Sjúkuavgerð

Stoffskiftið verður kannað við eini blóðroynd, har TSH, T3 og T4 verður mátað. TSH-virðið er vanliga millum 0,2 og 5,0. Hægri tal enn hetta ber boð um, at kroppurin stimulerar skjaldkertilin til at framleiða størri nøgdir av hormonum. Hetta kann vera fyrsta tekin um ov lágt stoffskifti. Kanska er skjaldkertilin, hóast nógva stimulatión, ikki førur fyri at framleiða nóg mikið av stoffskiftishormonum, og tað sæst tá á T3- og T4-virðunum, sum so verða lág.

Við at kanna andevnini í blóðinum ber til at avgera, um talan er um Hashimotos Thyreoiditis ella eina aðra stoffskiftissjúku.

Í summum førum, serliga tá ið talan er um stóra struma, verður eisini gjørd ein ultraljóðskanning ella ein scintigrafi og møguliga eisini ein vevnaðarkanning av skjaldkertlinum.

Viðgerð

Ov lágt stoffskifti verður viðgjørt við Eltroxin-tablettum, sum er tilevnað T4-stoffskiftishormon. Hetta er eitt hormon, sum vanliga er í kroppinum, og heilivágurin hevur tí sjáldan hjáárin við sær. Tilevnaðu stoffskiftishormonini verða nú tikin í staðin fyri, at skjaldkertilin sjálvur framleiðir tey.

Sjálv viðgerðin byrjar við lítlari nøgd av Eltroxini og verður økt so við og við, til blóðroynd vísir, at stoffskiftið er í lagi. Tíðargongdin er ymisk frá sjúklingi til sjúkling, og er m.a. treytað av, hvussu lágt stoffskiftið hevur verið, og hvussu gamal sjúklingurin er. Tess eldri sjúklingurin er, tess spakuligari verður nøgdin sett upp, so at kroppurin fær lagað seg til tað hækkaða stoffskiftið.

Viðgerðin er lívslong, um ikki talan er um ov lágt stoffskifti eftir barnsburð, sum bert varir eina tíð. Tá ið stoffskiftið er komið upp á pláss, verður tað kannað við blóðroyndum 1-2 ferðir um árið.

Títtleiki

Ov lágt stoffskifti rakar oftast eldri fólk, og serliga kvinnur. 2% av eldri kvinnum hava ov lágt stoffskifti. Men yngri fólk fáa eisini ov lágt stoffskifti, og við hvørt kann tað eisini vera viðføtt.

Á hvørjum ári verða staðfestir 1600-1800 tilburðir av ov lágum stoffskifti í Danmark. Lívlangi vandin fyri at fáa ov lágt stoffskifti er í Danmark 4-5%. *)

Gitnaðarføri

Tá ið ólag er á stoffskiftinum, svarar kroppurin sera skynsamt aftur við at minka um møguleikan fyri nøring. Elskhugurin (libido) hjá bæði monnum og kvinnum minkar, tá ið ólag er á stoffskiftinum, og møguleikin hjá kvinnum at gerast við barn minkar eisini. Tí er lítil møguleiki fyri at gerast við barn hjá kvinnum við ov lágum stoffskifti. So skjótt stoffskiftið er komið upp á pláss aftur, er møguleikin fyri gitnaði eisini upp á pláss aftur, og einki er til hindurs fyri at fullføra barnsburð. Tó er neyðugt at fylgja eyka væl við undir barnsburði við blóðroyndum, so at kvinnan alla tíðina fær neyðugu nøgdina av

Eltroxini, fyri at stoffskiftið kann verða stýrt so neyvt, sum til ber.

Gitnaðarførið hjá monnum verður ikki ávirkað av ólagi á stoffskiftinum, og stoffskiftissjúkan hjá pápanum ávirkar ikki fostrið undir barnsburðinum. Barnið kann tó møguliga arva evnini hjá pápanum at fáa stoffskiftissjúku seinni í lívinum.

*) Tilskilast skal, at talan er um donsk tøl, og vit í stoffskiftisfelagnum hava varhugan av, at í Føroyum eru lutvíst væl fleiri tilburðir enn í Danmark. Tíverri hava vit so at siga eingi hagtøl at prógva hetta.

Einastu hagtøl, ið vit hava, eru frá landsapotekaranum og vísa, at í 2005 vóru á leið 600 sjúklingar í Føroyum, ið taka heilivág fyri antin ov lágt ella ov høgt stoffskifti.