Limir

Fyrimunir við at gerast limur

Við fyrilestrum og øðrum átøkum vil Stoffskiftisfelagið virka fyri at fáa limum sínum ta hjálp, teimum tørvar. Ikki minst vil felagið virka fyri at fáa samstarv við serlækna, tí eingin er í Føroyum. Men mest av øllum ynskja vit at serlækni verður settur á Landssjúkrahúsið.

Eingin serlækni innan stoffskiftissjúkur er í Føroyum, og tí er fremsta mál felagsins at fáa eina fasta skipan við serlækna innan hetta økið. Upplýsing um sjúkuna liggur eisini frammaliga hjá felagnum. Tað ger felagið við ymiskum fyrilestrum og øðrum upplýsandi tiltøkum, og í so máta fær felagið góða hjálp frá danska stoffskiftisfelagnum, Thyreoidea Landsforeningen. Limirnir í føroyska felagnum fáa millum annað limablaðið hjá danska felagnum, sum eisini vil virka fyri at halda fakligar kunningarfundir í Føroyum.

Síðani felagið varð sett á stovn hava vit havt vitjan av nøkrum donskum serlæknum m.a. Leif Mosekilde, sum er professari og yvirlækni innan stoffskiftissjúkur, og sum virkar á Skejby sjúkrahúsi í Århus, Hans Perrild, yvirlækni í stoffskiftissjúkum við Bispebjerg sjúkrahúsi í Keypmannahavn og Niels Knudsen endokrinologur á Bispebjerg sjúkrahúsi og Steen Bonnema yvirlækni á Odensen Universitetshospital. Afturat hava Lis Larsen, fyrrverandi forkvinna í Thyreoidea Landsforening og Jytte Flamholdt, forkvinna, verið ótrúliga hjálpsamar og veitt okkum nógvan stuðul, serliga tá vit settu okkara felag á stovn.

Felagið vil halda fram eftir sama leisti, tí felagsins limir vilja, sum vera man, fáa alla nýggja vitan um hesa sjúku, heilivág og viðgerðarmøguleikar. 

Stoffstifkisfelagið er limur í MBF, og tað halda vit fer at geva felagnum fleiri ágóðar. Felagið fær sostatt part av stuðlinum, sum tað almenna veitir limafeløgunum hjá MBF, og harafturat fær felagið møguleika at nýta tær hølisumstøður, sum MBF kann veita sínum limafeløgum í sambandi við fundir og onnur tiltøk.

Føroyska stoffskiftisfelagið hevur í dag um 180 limir, og tað halda vit vera eitt tekin um at felagið longu hevur fingið góða undirtøku og at tørvur er á tí. Vit í nevndini vilja fegin vilja hoyra frá limunum um onkur hevur eitthvørt gott hugskot hjá felagnum at arbeiða við.

Vit hava góð amboð at røkka limum og áhugaðum, men ikki verið so ræskar at skriva á heimasíðuna ella á facebook. Um onkur eldsál er íð dugir við miðlum og tímir at skriva, so er at siga frá!